Breddin: Kjak um tiltøk móti Russlandi

Breddin: Kjak um tiltøk móti Russlandi
Greinari viðger politisku støðuna, og síðani verður orðaskifti millum fimm limir í uttanlandsnevndini um málið
Russisku skipini í føroyskum havnum hava verið nógv umrødd í sambandi við møgulig tiltøk móti Russlandi.
 
04.05.2022 - 08:43

Líka síðani innrásina hjá Russlandi í Ukraina 24. februar, hevur politiski myndugleikin í Føroyum umrøtt aftur og fram, hvørji tiltøk eiga at verða sett í verk móti Russlandi. Nú, næstan hálvantriðja mánað eftir, er framvegis ógreitt, um nøkur tiltøk í heila tikið verða setta í verk, tíansheldur hvørji talan verður um.

Tað seinasta er, at málið er tikið úr hondunum á landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Jenisi av Rana, og at Løgtingið nú hevur síðsta orðið, um  tiltøk skulu setast í verk ella ikki.

 

Greining og orðaskifti

Hetta er evnið í Breddanum í dag, har vit fara at spyrja politiskan greinara, hvussu hann sær politisku gongdina í hesum málinum og handfaringina av tí. Eisini fara vit at hoyra frá Elini Mortensen, sendikvinnu í Brússel, hvørji tiltøk ES hevur sett í verk, og hvørji møguliga koma afturat. 

Síðani fáa vit fimm løgtingsfólk í uttanlandsnevndini í útvarpsstovuna at umrøða og kjakast um málið við møguligum tiltøkum móti Russlandi.

Breddin í útvarpinum klokkan 10.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098