Semingsstovnurin boðsendur

Semingsstovnurin boðsendur
Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar eru slitnaðar
Semingsmenninir eru boðsendir í sáttmálatrætuni millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
17.05.2022 - 08:10

Semingsstovnurin er boðsendur, nú samráðingarnar millum tey fimm arbeiðarafeløgini og Føroya arbeiðsgevarafelag slitnaðu í gjárkvøldið, skrivar Havnar arbeiðarafelag.

Samráðingar eru um sáttmálar fyri teir, sum vóru galdandi til 1.mai.

Sáttmálarnir eru síðani longdir eitt samdøgur hvørja ferð, men hósdagin vóru teir longdir í nakrar dagar og vóru galdandi til á midnátt í gjárkvøldið.

Men í gjárkvøldið slitnaði, og Semingsstovnurnin var boðsendur.

Sáttmálakrøvini vóru latin inn hálvan mars, og fyrsti samráðingarfundur var 7.apríl.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860