Turkaland fer ikki at góðkenna svenskan Nato-limaskap

Turkaland fer ikki at góðkenna svenskan Nato-limaskap
Erdogan, forseti, krevur framvegis, at Svøríki skal senda yvirgangsfólk heimaftur
Recep Tayyip Erdogan, forseti í Turkalandi, tekur uppaftur, at Svøríki skal ikki fáa limaskap í Nato treytaleyst.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
18.05.2022 - 14:43

Turkiski forsetin, Recep Tayyip Erdogan, sigur í dag, at Svøríki ikki skal vænta, at Turkaland fer at góðkenna umsóknina um limaskap uttan so, at landið sendir yvirgangsfólk heimaftur.

Erdogan hevur sagt fyrr,  at hann vil hvørki hava Finnland ella Svøríki upp í Nato, tí londini stuðla yvirgangsfólkum.

Við "yvirgangsfólkum í útlandinum" sipar hann partvíst til kurdiska arbeiðaraflokkin PKK, sum er lýstur sum yvirgangsfelagsskapur í Turkalandi, í ES og USA. 

Hann sipar eisini til YPG, sum er kurdisk uppreistrardeild í Sýria, og sum hevur verið virkin í stríðnum at berja niður IS.

Hvørki Svøríki ella Finnland hava skrivað PKK á listan yvir yvirgangsfelagsskapir. 

Men turkiski sendiharrin í Noregi, Fazli Corman, segði við Verdens Gang í vikuni, at veruleikin er, at Svøríki, Finnland og Noreg eru tryggar havnir hjá PKK. 

- Har kann yvirgangsfelagsskapurin arbeiða, forvinna pening og misbrúka talufrælsið, sum var hetta eitt áhugafelag, segði Fazli Corman.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Mono. 1. sending
215920
Týsdag 3. november
Tá minan brast á skúlaloftinum í Dali
215840
Týsdag 3. november
Breddin: Miðskeiðisvalið í USA
215831
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860