Undirvísingartilfar á føroyskum kostar 47,5 mió. kr.

Undirvísingartilfar á føroyskum kostar 47,5 mió. kr.
Jenis av Rana, landsstýrismaður, hevur svarað Honnu Jensen, tingkvinnu
Skal alt undirvísingartilfar í miðnámsskúlunum vera á føroyskum, áðrenn trý ár eru liðin, kostar tað 47,5 milliónir kr.
 
24.05.2022 - 14:51

Skal alt undirvísingartilfarið, sum verður brúkt í miðnámi, vera føroyskt, áðrenn trý eru liðin, kostar tað 47,5 mió. kr.

Tað sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, sum hevur svarað Honnu Jensen, tingkvinnu, sum spurdi um føroyskt undirvísingartilfar í miðnámi. 

Fyri hálvum øðrum ári síðani var meting gjørd, svarar Jenis av Rana. 

Tá var mett, at um alt tilfarið skuldi gerast til miðnám innan fyri trý ár, fór tað at kosta samanlagt 47,5 mió. kr. 

Skal henda tíðarætlan setast í verk, krevjast 16 mió. kr. í meirjáttan um árið næstu trý-fýra árini. 

 

Hanna Jensen spurdi landsstýrismannin í mentamálum um undirvísingartilfar á føroyskum í miðnámi.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655