102 milliónir í halli í fjør

102 milliónir í halli í fjør
Skuldin hjá Klaksvíkar kommunu er 311 mió. kr., og sum útlitini eru nú, fer skuldin at hækka í ár, tí ætlanin er at læna 50 mió. kr.
Nettoskuldin hjá Klaksvíkar kommunu er 33,4 mió. kr. omanfyri eina álíkning.
 
25.05.2022 - 08:26

Klaksvíkar kommuna hevði 102,3 mió. kr. í halli fyri avdráttir í fjør.

8,2 mió. kr. fóru til at gjalda lán, men kommunan lænti 123,5 mió. kr. fyri at fíggja hallið.

Netto hækkaðu lánini tí 115,3 mió. kr.

Inntøkurnar hjá Klaksvíkar kommunu vóru 293,8 mió. kr. í fjør, raksturin kostaði 232,8 mió. kr., íløgurnar 148,7 mió. kr., rentustuðulin 3,7 mió. kr. og fíggjarpostarnir 3 mió. kr.

 

Gjaldførið ikki gott

Gjaldførið er ikki gott, stendur í skránni fyri býráðsfundin í Klaksvík í dag. 

Skuldin er 311 mió. kr., og sum útlitini eru nú fer skuldin at hækka í ár, tí ætlanin er at læna 50 mió. kr. 

Nettoskuldin er 33,4 mió. kr. omanfyri eina álíkning.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 28. mars
Ein sangur til dirvi
172633
Hósdag 28. mars
Lesikrókurin: Staklutirnir
172944
Hósdag 28. mars
Úr Koltri til Kirkjubøar (1:2)
172479
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 28. mars
Skírishósdagur: Tummas Kannuberg
172799
Hósdag 28. mars
Hin rusuti á Aconcagua
172934
Hósdag 28. mars
Guðstænasta úr Kollafjarðar kirkju
172938
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (1:3)
40584
Mikudag 27. mars
Frætt og fregnað 1 (2:3)
40585