Føroyingar í Keypmannahavn halda stevnu í Norðhavnini

Føroyingar í Keypmannahavn halda stevnu í Norðhavnini
Føroyingar í Keypmannahavn vilja ikki standa aftanfyri, nú stevnurnar í Føroyum fara av bakkastokki um vikuskiftið. Teir skipa fyri Norðhavn Regatta í morgin
 
27.05.2022 - 14:40

Um vikuskiftið vera bæði Norðoyastevnan í Klaksvík og Bátafestivalurin í Vestmanna.

Men eisini í Keypmannahavn verður skipað fyri stevnu, tí í morgin verður Norðhavn Regatta

Tað eru tvey ár síðani seinasta Norðhavn Regatta seinast bleiv fyriskipað orsakað av koronafarstóttin, og tí gleða føroyingar í Danmark seg nógv til at møtast í Norðhavnini í morgin. 

 

Kappróður á skránni

Tað er Róðrarfelagið Tvørábáturin, ið heldur til í Nordhavini, sum skipar fyri, og eingin stevna uttan kappróður.

Róðrarfelagið Tvørábáturin hevur sjálvt fimm manningar, men tað verður væntað, at manningar úr hinum fimm róðrarfeløgunum í Danmark eisini fara at luttaka, so at tað tilsamans verða einar 10-12 manningar.

Og tað verður nógv gjørt burtur úr at gera tað høgligt hjá fólki at fylgja við kappróðrinum, tí á strondini verða tíggju leðursofum settar upp.

 

Størsta regatta nakrantíð

Føroyingarnir í Keypmannahavn fara eisini at hava eitt vakið eyga við kappróðrinum á Norðoyarstevnuni, tí kappróðurin verður sendur beinleiðs á stórskíggja í hølunum hjá Tvørábátinum. 

Sambært fyriskiparunum, so er tað størsta Norðhavn Regatta nakrantíð, og tiltøk eru til fólk í ymsum aldri. 

Tað verður Virgar Dalsgaard, ið fer at seta Norðhavn Regatta 2022, og sum nakað nýtt, so verður fyri fyrst ferð skipað fyri uttandura gudstænastu á regattaini, har Borgny Brüning-Hansen, prestur úr Dali, fer at prætika. 

 

Nógv undirhald

Nógv undirhald er eisini á skránni.

Janus á Húsagarði undirheldur á strondini við sangi, gittara og munnhørpu.

Seinni verður felagssangur í einum telti við felagshúsið hjá Tvørábátinum, har Hans Petur í Brekkunum syngur fyri, og Tummas Niclasen spælir undir við harmonikuni.

Johan í Kollafirði hevur show við sangi og keyboard, og seinni spælir Hans Petur í Brekkunum góðan tónleik á saksofonina hjá sær. DJ og barr verður út á náttina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. apríl
Upp á tá - 190424
173986
Leygardag 20. apríl
Vikan 20.apríl 2024
173982
Leygardag 20. apríl
Morgunlestur leygardagur 20. apríl 2024
173397
Fríggjadag 19. apríl
Vikuskiftið 19 apríl 2024
173966
Fríggjadag 19. apríl
Breddin: Ov nógv børn verða send av landinum
173951
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. apríl
Veðrið
173964
Fríggjadag 19. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
173933
Hósdag 18. apríl
Mett fyri minni (3:3)
173887