Umboðsmaðurin vil hava ásetingar um næmingaráð í lógina

Umboðsmaðurin vil hava ásetingar um næmingaráð í lógina
Bara fimm skúlar hava næmingaráð, har øll floksstig eru við, visir kanning, sum Umboðsmaðurin hevur gjørt.
Hanna Vang, løgtingsins umboðsmaður, hevur heitt á landsstýrið um um at áseta reglur um næmingaráðsval og skipan og virksemi í næmingaráðum.
 
27.05.2022 - 08:41

Bara 22 av 41 skúlum hava næmingaráð, 21 fólkaskúlar og ein frískúli. 

Løgtingsins umboðsmaður hevur kannað, hvussu nógvir fólkaskúlar, frískúlar og serskúli hava næmingaráð.

45 skúlar vóru spurdir, 41 svaraðu. 22 skúlar hava næmingaráð. Næmingaráðini eru 33 í tali.

Bara fimm skúlar hava næmingaráð, har øll floksstig eru við.

Teir flestu av teimum 19 skúlunum, 16 fólkaskúlar, tveir frískúlar og ein serskúli, sum ikki hava næmingaráð, hava færri enn hálvthundrað næmingar.

 

Skulu hava næmingaráð

Fólkaskúlalógin sigur, at skúlar, sum hava fimta flokk ella eldri floksstig, skulu hava næmingaráð.

11 slíkir fólkaskúlar høvdu ikki næmingaráð sambært kanningini hjá Løgtingsins umboðsmanni.

Yvirskipað heldur Løgtingsins umboðsmaður, at næmingaráðini í nógvum skúlum eru tikin við uppá ráð í viðurskiftum, sum viðvíkja teimum. Tey hava møguleika at ávirka umstøðurnar í skúlunum. 

Umboðsmaðurin mælir til, at ásetingar um at stovna næmingaráð ella um skipaða hoyring av næmingunum verða settar inn í frískúlalógina og serskúlalógina.

Løgtingsins umboðsmaður heitir á landsstýrismannin í skúlamálum um at áseta reglur um næmingaráðsval og skipan og virksemi í næmingaráðum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531