Landskassaskuldin minkað 200 mió. kr.

Landskassaskuldin minkað 200 mió. kr.
Lánið er afturgoldið við at endurfíggja 1,1 mia. kr. og við at rinda 200 mió. kr. av landskassans gjaldføri
Lánsbrævaskuldin er nú komin niður í 3.743 mió. kr., sum eru 18% av bruttotjóðarúrtøkuni við ársenda í fjør.
 
02.06.2022 - 11:46

Skuldin hjá landskassanum er minkað 200 milliónir kr., eftir at eitt lán, sum er 1,3 milliardir kr., er goldið aftur, upplýsir Landsbankin.

Lánið er afturgoldið við at endurfíggja 1,1 mia. kr. og við at rinda 200 mió. kr. av landskassans gjaldføri.

18. mai tók landsstýrið eitt tvey ára lánsbrævalán upp á 1,1 mia. kr. Lánið er nýtt til at rinda skuld aftur við, sum fellur til gjaldingar í dag, ein endurfígging. 

 

Skal vera 15% av BTÚ

Haraftrat rindar landskassin 200 mió. kr. av gjaldførinum, og tískil minkar landskassans skuld 200 mió. kr. 

Landskassans gjaldføri skal sambært lóg vera 15% av BTÚ, og tað svarar í 2022 til góðar tríggjar mia. kr. Landskassans gjaldføri hevur í ár í miðal verið góðar 3,4 mia. kr., sum er væl oman fyri lógarkravið. Tí var mett ráðiligt at nýta 200 mió. kr. av  gjaldførinum at rinda skuld niður við, sigur Landsbankin.

Nú skuldin er minkað við 200 mió. kr., verður lánsbrævaskuldin hjá landskassanum 3.743 mió. kr., sum eru 18% av bruttotjóðarúrtøkuni við ársenda í fjør.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. november
Filosofiskur 6.partur
215646
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672