Fegnast um føroysku revsitiltøkini móti Russlandi

Fegnast um føroysku revsitiltøkini móti Russlandi
Løgmaður sigur, at russisk fiskiskip sleppa undan revsitiltøkum, tí Føroyar tulka tiltøkini øðrvísi enn t.d. Danmark
Mette Frederiksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi í Tinganesi fyrrapartin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
07.06.2022 - 14:45

- Føroyar fylgja revsitiltøkunum hjá vesturheiminum móti Russlandi, og tað fegnist eg um. 

Tað segði Mette Fredriksen, forsætisráðharri, á tíðindafundi á Tinganesi fyrrapartin:

 

1532125


Bárður á Steig Nielsen løgmaður, segði, at í Føroyum vera revsitiltøkini tulkað á annan hátt enn í Danmark, og tí sleppa russisk fiskiskip undan revsitiltøkum:

 

1532124

 

Revsitiltøkini raka ikki russisk fiskiskip, sum tí framvegis sleppa í føroyskar havnir.

Donsk tíðindafólk spurdu forsætisráðharran, hvat hon heldur um tað, at russisk fiskiskip framhaldandi sleppa at brúka føroyskar havnir, og at Føroyar tulka revsitiltøkini øðrvísi enn Danmark. Men hetta vildi Mette Fredriksen ikki viðmerkja, og hon vildi heldur ikki siga, um hon hevði viðgjørt henda spurningin við løgmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
RagnarRokk 15.oktober 2026
214008
Hósdag 15. oktober
Nýtt ljóð
214851
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655