Jenis av Rana fær endaligt svar í morgin

Jenis av Rana fær endaligt svar í morgin
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum var fyrrapartin í Uttanlandsnevndini og ráðførdi seg um radaramálið
Bill Justinussen, formaður í Uttanlandsnevndini, hevur lovað Jenisi av Rana, landsstýrismanni, endaligt svar um radaran í morgin.
 
07.06.2022 - 13:21

Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkismálum, kunnaði fyrrapartin Uttanlandsnevndina um avtaluna um radaran, sum skal undirskrivast hósdagin.

Formaðurin í Uttanlandsnevndini, Bill Justinussen, sigur, at Uttanlandsnevndin fer at svara landsstýrismanninum um middagsleitið í morgin.

 

Høgni Hoydal á veg á fund í Uttanlandsnevndini fyrrapartin.

 

Ráðførslan er í trúnaði, og tí fæst ikki so nógv at vita um avtaluna, men Bill Justinussen sigur, at tað neyvan verður ein samd nevnd, sum tekur undir við avtaluni um radaran.

Hoyr samrøðu við Bill Justinussen, nevndarformann, og Høgna Hoydal, lim í Uttanlandsnevndini, í útvarpstíðindunum.

 

1532140

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025