Fara nú undir fjórða byggistig á Óðinshædd

Fara nú undir fjórða byggistig á Óðinshædd
Byggistigið umfatar 19 íbúðareindir og eitt felagshús
Soleiðis fara íbúðirnar í fjórða byggistigi á Óðinshædd at síggja út.
 
10.06.2022 - 14:47

Gongd verður nú sett á fjórða byggistig hjá Bústøðum á Óðinshædd í Havn. 

Bústaðarfelagið hevur skrivað undir avtalu við byggifelagið HVT um at byggja 19 íbúðareindir og eitt felagshús, sum er partur av 4. byggistigi. 

HVT hevur eisini staðið fyri hinum trimum byggistigunum í verkætlanini. 

Annað byggistig, sum fevnir um 20 íbúðarundir, verður tikið í nýtslu í summar, meðan triðja byggistigið, sum eisini fevnir um 20 íbúðareindir, verður liðugt um ársskiftið. 

Fjórða byggistig verður eftir ætlan liðugt um ársskiftið 2023/2024.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 23. juli
Morgunlestur mikudagur 23. juli 2025
194846
Týsdag 22. juli
Morgunlestur týsdagur 22. juli 2025
194833
Mánadag 21. juli
Poppverturin
194207
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 23. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194872
Týsdag 22. juli
Veðrið
194844