Fólkatalið í Runavíkar kommunu vaksið 700 fólk seinastu tíggju árini

Fólkatalið í Runavíkar kommunu vaksið 700 fólk seinastu tíggju árini
Eysturoyartunnilin hevur havt stóran týdning fyri økið við Skálafjørðin
Fólkatalið í plássunum við Skálafjørðin er nógv vaksið, síðani Eysturoyartunnilin kom.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
21.07.2025 - 11:16

Eysturoyartunnilin hevur havt við sær stóran fólkavøkstur. 

Herfyri fór Nes kommuna upp um 1.600 borgarar, og í Sjóvar kommunu nærkast tey 1.300 fólkum.

Í Runavíkar kommunu nærkast fólkatalið 4.500, og har eru komin fleiri enn 700 fólk aftrat seinastu tíggju árini - tað vil siga eisini, áðrenn Eysturoyartunnilin kom. 

Borgarstjórin í Runavík væntar, at vøksturin fer at standa við.

 

 

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, ivast onga løtu í, at fólkatalið við Skálafjørðin er vaksið so nógv, tí Eysturoyartunnilin var gjørdur.

 

Tórbjørn Jacobsen sigur, at avgerðin um at byggja Eysturoyartunnilin fekk sera stóra ávirkan á, at fólk valdu at flyta inn á Skálafjørðin. Bæði tí, at tú kom at búgva stutt frá Havnini, men kommunurnar brúktu eisini nógva orku uppá at rigga økini til at taka ímóti nýggjum borgarum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

21072025_Tobbi

 

Runavíkar kommuna arbeiðir við ætlan um ein nýggjan skúla, og sambært borgarstjóranum verður tann skúlin nóg stórur til at rúma einum rímiliga stórum fólkavøkstri.

 

 



 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329