Føroyar skylda lítið í heimshøpi

Føroyar skylda lítið í heimshøpi
ES sigur, at almenna bruttoskuldin eigur ikki at vera meira enn 60 prosent av BTÚ, men føroyska skuldin er 30 prosent av BTÚ
EGS-skuldin umfatar land, kommunur og sosialar grunnar. Almennar fyritøkur eru ikki við. 
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
22.07.2025 - 11:14

Føroyar eru væl fyri, tá ræður um EGS-skuld.

EGS-skuld er ein háttur at rokna almenna bruttoskuld, sum kann samanberast tvørtur um lond, og EGS er ein stytting fyri evropeiska gjaldoyrasamstarvið.

ES hevur eina reglu um, at ovara markið fyri almenna bruttoskuld eigur ikki at vera meira enn 60 prosent av BTÚ. 

Í Føroyum verður EGS-skuldin mett at vera 30 prosent av BTÚ, tað er bruttotjóðarúrtøkuni, tá hetta árið endar, skrivar Landsbankin.

 

Føroyar niðast

Í einum yvirliti eru Føroyar niðast, eitt vet aftan fyri Danmark og Svøríki, síðani kemur Noreg, og Ísland er á markinum, sum er 30 prosent. 

Onnur lond í Evropa eru yvir 30 prosentum.

EGS-skuldin umfatar land, kommunur og sosialar grunnar. Almennar fyritøkur eru ikki við. 

 

Tunnilsskuld roknað uppí

Skuldin hjá partafelagnum Eystur- og Sandoyartunlar verður roknað upp í skuldina hjá landskassanum.

Veðhaldsskyldan hjá landinum skal, sambært altjóða leisti fyri hagtalsuppgerð, roknast uppí.

Er skuldin ov stór, kann tað gerast trupult hjá einum landi at rinda skuldina, serliga um tað kemur í fíggjarligar trupulleikar.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. mars
Morgunlestur fríggjadagur 27.mars 2026
205924
Hósdag 26. mars
Eitt korter við jazzi
206252
Hósdag 26. mars
Morgunlesturin hósdagur 26.mars 2026
205923
Mikudag 25. mars
Valkøn 25. mars 2026
206228
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 26. mars
Løgtingsval 2026
206335
Hósdag 26. mars
Veðrið
206297
Mikudag 25. mars
Løgtingsval 2026: Forfólkaumfar
206224
Mikudag 25. mars
Fólkatingsval 2026 - teknmálstulkað
206194