Fer nú aftur at verja hval og onnur súgdjór

Fer nú aftur at verja hval og onnur súgdjór
Paul Watson er ikki longur eftirlýstur hjá altjóða løgregluni, Interpol
Paul Watson var varðhaldsfongslaður í Grønlandi í fleiri mánaðir í fjør.
Mynd: Mads Madsen/Ritzau Scanpix  
 
23.07.2025 - 15:35

74 ára gamli Paul Watson er nú aftur til reiðar við tiltøkum at verja hval og onnur djór í havinum.

Tað boðar hann frá, nú hann ikki longur er eftirlýstur á listanum hjá altjóða løgregluni, Interpool.

Í 13 ár hava japanar villja fingið Watson útflýggjaðan, fyri at hava gjørt seg inn á japansk skip í Kyrrahavinum.

Og tað var júst tí, at Paul Watson í fjør varð handtikin í havnini í Nuuk, tá hann kom inn at bunkra við skipi sínum, Jean Paul de Joria.

Hann sat leingi í varðhaldi í Nuuk, til danskir myndugleikar gjørdu av ikki at útflýggja hann til Japan.

Nú eru so allar skuldsetingar sleptar, og tað er ein lætti, sigur Paul Watson.

Sí meira her:

 

WATSON

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 3. juni
Dylan 85 (4:4)
209251
Mikudag 3. juni
Skratsj 3. juni 2026
209243
Mikudag 3. juni
Morgunlestur mikudagur 3.juni 2026
208841
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233
Týsdag 2. juni
Veðrið
209207
Mánadag 1. juni
Veðrið
209155