Fyrrverandi uppreistrarmaður nýggjur forseti í Kolumbia

Fyrrverandi uppreistrarmaður nýggjur forseti í Kolumbia
Hetta er fyrstu ferð, síðani Kolumbia loysti frá Spania fyri 200 árum síðani, at landið fær ein forseta uttarlaga á vinstraveingi
Nýggi forsetin í Kolumbia, Gustavo Petrio, hevur lovað at býta virðini í landinum javnari. Hann er fyrsti vinstrahalli forseti í landinum í 200 ár.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
20.06.2022 - 14:04

Fyrrverandi uppreistrarhermaðurin, Gustavo Petro, er valdur til forseta í Kolumbia. Tað vísti úrslitið, tá 90 prosent av atkvøðunum vóru taldar, skrivar Reuters.

Hann stillaði upp fyri vinstraveingin í Kolumbia.

Síðani Kolumbia loysti frá Spania fyri 200 árum síðani, hevur landið bert havt liberalar ella konservativar forsetar. Men nú hevur Kolumbia fingið ein forseta, sum er uttarlaga á vinstraveinginum.

Petro hevur boðað frá, at hann fer at virka fyri einum Kolumbia, har virðini verða býtt javnari millum fólk.

- Tað er ein sera lítil partur av fólkinum, sum hevur átt øll virði. Tað skal broytast nú, so øll fáa lut í teimum, sigur nývaldi forsetin.

 

Atkvøður frá teimum ungu

Forsetin lovar eisini at leggja størri dent á veðurlagsviðurskiftini í landinum, og tað hevur eftir øllum at døma fingið tey ungu at velja hann.

77 ára gamli Rodolfo Hernandes, sum var mótvalevni fyri høgraveingin, hevur viðgingið tapið, og hann sigur seg vóna, at Gustavo Petro fer at megna at leiða Kolumbia fram á leið.

Gustavo Petros, sum er 62 ára gamal, er fyrrverandi uppreistrarhermaður. Han stríddist ímóti stjórnini í bólkinum M-19 miðskeiðis í 70unum.

Hann var tikin vápnaður í 80unum, og var dømdur at sita í 18 mánaðir.

Gustavo Petro verður eftir ætlan tikin í eið sum forseti 7. august.

- Vit gleða okkum til at samstarva við nýggja forsetan í Kolumbia, sigur amerikanski uttanríkisráðharrin, Antony Blinken, í eini viðmerking til forsetavalið í Kolumbia.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 12. apríl
Bolero
206930
Sunnudag 12. apríl
Guðstænasta í Hósvíkar kirkju
206929
Sunnudag 12. apríl
Credo: C.S.Lewis 1:3
206864
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 12. apríl
Møti úr Hebron í Leivrík
206941
Sunnudag 12. apríl
Hondbóltur: Montenegro - Føroyar
206942
Leygardag 11. apríl
FM: Badminton, borðtennis og judo
206916
Fríggjadag 10. apríl
Veðrið
206891