Vilja sleppa upp í ES

Vilja sleppa upp í ES
Við georgiska og evropeiska flagginum í hond, eru fólkini savnað uttan fyri tjóðartingsbygningin í Tblisi
Túsundtals fólk eru í gøtunum í georgiska høvuðsstaðnum, har tey krevja at sleppa upp í ES-samveldið.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
21.06.2022 - 09:41

Fólk í túsundatali eru í gøtunum í georgiska høvuðsstaðnum, Tblisi, har tey krevja georgiskan limaskap í NATO.

Tey vilja vera ein partur av evropeiska samveldinum, skrivar AP.

Við georgiska og evropeiska flagginum í hond, eru fólkini savnað uttan fyri parlamentsbygningin í Tblisi, har tey royna at senda eini boð til Brússel, um at Georgia vil vera partur av Evropa.

Sí videomyndir frá AP-tíðindastovuni her:

 

GEORGIA_NET

 

ES fer í vikuni taka støðu til, um Georgia, Moldova og Ukraina skulu fáa møguleikan at gerast limir í ES.

Ukraina og Moldova hava mestsum fingið boð um, at tey kunnu gerast limir í ES, meðan Georgia má bíða eftir svari, til landið hevur sett fleiri nýskipanir í verk, sigur forkvinnan í ES nevndini, Ursula von der Leyen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Mánadag 9. november
Meðan dunnurnar eta breyð
216036
Mánadag 9. november
RagnarRokk: Morten Toft Hansen um Prisoner
215801
Mánadag 9. november
Møti hjá Brøðrasamkomuni við Tjarnir
216106
Sunnudag 8. november
Guðstænasta í Viðareiðis kirkju
216081
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083