Samherji keypti Akraberg fyri 137 milliónir

Samherji keypti Akraberg fyri 137 milliónir
Íslendska felagið hevur átt trolaran fyrr, og nú Samherji aftur keypir skipið, verður farið á svartkalvaveiðu.
Framherji keypti Akraberg í 2013. Trolarin, sum nú er seldur Samherja í Íslandi, er umvældur í Frederikshavn, og hann fer at fiska svartkalva.
 
23.06.2022 - 12:56

Trolarin Akraberg er nú strikaður í føroysku skipaskránni. Hann er seldur Samherja í Islandi fyri 137 milliónir krónur.

Akraberg skal eita Snæfell, skrásetast á Akureyri og fiska svartkalva.

Trolarin var bygdur í Noregi í 1994 fyri eitt íslendskt felag.

Tað felagið fór upp í Samherja í 1997, og tá fekk Samherji trolaran, sum var seldur til Týsklands.

 

Keyptur til Føroya í 2013

Hann kom aftur í flotan hjá Samherja í 2002, var longdur 18 metrar, og fór so aftur til Týsklands í 2007. 

Haðani keypti Framherji so skipið í 2013. Og nú endar trolarin enn einaferð hjá Samherja.

18 mans vera við Snæfelli, sum skal fiska svartkalva í íslendskum sjógvi. Skipið er umbygt í Frederikshavn.

Framherji fær ein nýggjan Akraberg um eina viku.   

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mars
Veðrið
172832
Mánadag 25. mars
Beautyvarpið við Tanju
172718
Sunnudag 24. mars
Mein fyri lívið
172652