U20: Føroyar vunnu á Póllandi

U20: Føroyar vunnu á Póllandi
Føroyska U20-manslandsliðið vann fyri løtu síðani 38-32 á Póllandi.
Óli Mittún var stórspælandi í dagsins sigri móti Póllandi, og hann var eisini kosin besti føroyski leikari.
 
13.07.2022 - 13:30

Føroyska unglingamanslandsliðið vann fyri løtu síðani ein trivaligan 38-32 sigur á Póllandi. 17-ára gamli Óli Mittún var stórspælandi, og hann bleiv eisini kostin besti føroyski leikari í dystinum í dag. 

Óli Mittún skoraði seks mál í dystinum. Toppskorari á føroyska liðnum var Hákun West av Teignum við sjey málum.

Dysturin var avgerandi fyri, um Føroyar kunnu vinna seg millum liðini, ið vinna sær rættin at vera við í HM-endaspælinum fyri U-21 landslið næsta summar.

Eftir sigurin skulu Føroyar nú spæla um at enda einastaðni millum nummar níggju og tólv í endaligu røðini. Og fremstu tíggju liðini sleppa við í HM-endaspælið fyri U-21 landsliðið næsta summar. Sostatt er møguleikin hjá Føroyum at koma við til HM-endaspælið enn opin.

Trettan tey fremstu sleppa við í EM-endaspælið fyri U-20 landslið næsta ár, og tískil eru Føroyar tryggjaðar luttøku til U20 EM-endaspælið næsta ár. 

Fríggjadagin og leygardagin skulu Føroyar aftur í eldin, og tá skulu endaligu plássini avgreiðast. Mótstøðuliðið er ikki funnið enn. Tó er greitt, at Føroyar skulu hitta vinnaran av bólki I2, og har er spenningur um fyrsta plássið millum Ísland og Italia.

Við sigrinum í dag hava Føroyar vunnið tríggjar dystir og tapt tveir higartil í EM-endaspælinum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Sunnudag 26. apríl
Bolero
207574
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
207573
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533