Grindamannafelagið tekur ikki undir við bráðfeingis banni fyri grindadrápi

Grindamannafelagið tekur ikki undir við bráðfeingis banni fyri grindadrápi
Ein ætlað broyting í grindakunngerðini fer at gera, at sýslumenn skulu kunna lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísari hvalvág í upp í tríggjar mánaðir
Sýslumenn skulu nú sleppa at lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi
Mynd: Savnsmynd  
 
18.07.2022 - 07:54

Fiskimálaráðið ætlar at broyta grindakunngerðina, soleiðis at sýslumenn skulu kunna lýsa bráðfeingis bann fyri grindadrápi í ávísari hvalvág í upp í tríggjar mánaðir, um nóg mikið av grind er í grindaumdøminum, sum hoyrir til hvalvágna.

Uppskotið um broytingarnar í grindakunngerðini er til hoyringar. Hoyringarfreistin er úti í dag.

Men Grindamannafelagið tekur ikki undir við broytingini, sum hon er orðað í løtuni. 

 

Fáa høvi at skifta grind áðrenn bann

Grindamannafelagið heldur, at onnur grindaumdømi skulu fáa høvi at biðja um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi, áðrenn bráðfeingis bannið at drepa grind verður ásett.

Í síni viðmerking til broytingina í Grindakunngerðini, skrivar Grindamannafelagið, at tað eigur at vera staðfest, at:

"Bannið verður ikki ásett, uttan at onnur grindaumdømi hava fingið høvi at seta fram ynski um at skifta grind úr avvarðandi grindaumdømi, sambært § 37."

Suðuroyggin er serlig

Grindamannafelagið ger eisini vart við, at tað er ikki rætt at brúka teinin millum Suðuroynna og restina av landinum sum próvførslu fyri broytingini.

"Tað er gott samband í millum flest onnur grindaumdømi í landinum, og tískil eigur teinurin millum Suðuroynna og restina av landinum ikki at verða avgerandi fyri, at onnur grindaumdømi hava havt møguleikan at gjørt avtalu sínámillum um grindabýti, áðrenn eitt bann verður lýst," skrivar Grindamannafelagið á síni Facebook-síðu. 

"Vanliga er grindabýti í Suðuroy eisini serstakt við, at øll í oynni fáa part, sjálvt um tú ikki hevur biðið um hann ella hevur luttikið í sjálvari grindini. Hetta serstaka býtið kann eisini verða ein orsøk til, at tað ikki verður tikið upp, tá tað er nokk av grind til."

 

 

Eisini lýsast á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum

Grindamannafelagið heldur eisini, at eitt bráðfeingis bann skal bæði lýsast í Kringvarpi Føroya og á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum,. 

"Við at lýsa á heimasíðuni hjá Fiskimálaráðnum røkkur lýsingin longur út."

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. september
Tí tú ert kvinna 2:3
213315
Hósdag 17. september
Eitt korter við jazzi 17. september 2026
213395
Mikudag 16. september
Mono - Gissur Patursson - 160926 - 2. sending
213360
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213311
Týsdag 15. september
Veðrið
213303
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221