Vøksturin hjá útlátinum er minkaður eitt vet

Vøksturin hjá útlátinum er minkaður eitt vet
CO2 útlátið í Føroyum veksur ikki so nógv nú
Útlendsk skip, sum bunkra í Føroyum, eiga ein góðan fjórðing av CO2 útlátinum.
 
28.07.2022 - 09:47

CO2 útlátið í Føroyum var  1,3 mió. tons í fjør. Vøksturin er eitt prosent minni enn árið fyri.

Vøksturin er nógv minni enn fýra undanfarnu árini, serliga í 2017, tá útlátið vaks 18 prosent og í 2018, tá vøksturin var níggju prosent, upplýsir Umhvørvisstovan. 

Útlendsk fiskiskip, sum bunkra í Føroyum, eiga 300.000 tons av útlátinum í fjør.

85 prosent av útlátinum koma frá brennievni, olju og øðrum. 

Brennievni telur við hvørt ár, men nýggjar keldur í fjør eru lendisnýtsla, sum er trý prosent.

Talan er um drenað graslendi, bø og haga.  

Nýggjar keldur

Aðrar nýggjar keldur eru metan frá tyrvingarplássum og láturgass frá spillvatni.

Ein orsøk til, at útlátið ikki økist eins nógv og undanfarin ár, er, at oljunýtslan er minkað, sigur Umhvørvisstovan. 

Ídnaðurin brúkti til dømis 20 prosent minni tungolju.

Og SEV brúkar ikki so nógva olju nú, so hvørt sum meira varandi orka er.

Fiskiflotin eigur okkurt um helvtina av útlátinum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713