Góðkent avrik hjá U18-kvinnum

Góðkent avrik hjá U18-kvinnum
U18-kvinnulandsliðið í hondbólti tapti seinnapartin fyrsta dystin í HM-endaspælinum, sum í hesum døgum er í Skopje í Norðurmakedonia.
 
30.07.2022 - 17:41

Føroyar spældu ímóti Portugal, men máttu lúta við fimm málum, 29-24, eftir at Portugal hevði verið á odda 15-13 í hálvleikinum.

Føroyar byrjaðu betur og vóru á odda við einum og tveimum málum ta fyrstu løtuna, og tað var ikki fyrr enn góðar fimm minuttir fyri hálvleik, at Portugal kom fyri seg.

– Hóast tapið, so vóru vit við tað nógva av dystinum, men mistu nakað síðst í fyrra hálvleiki og fyrst í seinna hálvleiki, sigur Simon Olsen, ið saman við Christoffur Gert Nielsen er landsliðsvenjari hjá U18-kvinnunum.

Føroyar eru í einum ógvuliga sterkum bólki, har vit - umframt Portugal - skulu møta Danmark og Eysturríki. Í morgin klokkan 17 spæla Føroyar ímóti Danmark.

Allir dystirnir í kappingini, sum gongur til 10. august, verða stroymdir á YouTube-síðuni hjá altjóða hondbóltssamgonguni, IHF.

Portugal-Føroyar 29-24 (15-13)
Málskjúttar:
Lukka Arge 10, Barbara Hammer 3, Maria Pálsdóttir Nólsoy 3, Karina Debes Heinesen 2, Lea Mohr 2, Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 2, Karin Egholm 1, Bjørk Franksdóttir Joensen 1

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. juni
Við Tórði á skørutúri
210291
Mánadag 29. juni
Poppverturin 5
208455
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 29. juni 2026
210273
Mánadag 29. juni
HM-tíðindi 28. juni 2026
210262
Mánadag 29. juni
07 Vestur basti KÍ
210264
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. juni
Veðrið
210295
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179