Frágreiðing um havbit og laks kemur í heyst

Frágreiðing um havbit og laks kemur í heyst
Serfrøðingarnir skulu eisini kanna, um jákupsskeljar kunnu alast í Føroyum
Hetta er aldur laksur, men nú kanna serfrøðingar laks, havbit og skeljaaling.
 
01.08.2022 - 08:36

Hálvt fimta ár eftir, at løgtingið samtykti, at ein frágreiðing um havbit og laks skuldi gerast, kemur frágreiðingin væntandi í oktober í ár.

Løgtingið samtykti í apríl 2018 eitt uppskot til samtyktar hjá Sambandsflokkinum um at seta ein serfrøðingabólk at kanna og gera frágreiðing um laks og havbit og um skeljaaling. 

Bólkurin skuldi fara undir sínar kanningar skjótt, var samtykt tá á vári 2018.

Fyrr fiskaðu føroysk skip nógvan laks við línu norðanfyri. Laksurin vaks upp har, til hann fór aftur til lands at gýta.

 

Væl kent uttanlands

Havbit er væl kent í øðrum londum, til dømis í norðara partinum í Japan, har útróðrarbátar fiska laksin, tá hann kemur inn at landi at gýta.

Klekistøðir á landi eru í høvuðsheitum berandi undir hesum laksafiskiskapinum.

Serfrøðingarnir skulu eisini kanna, um jákupsskeljar kunnu alast í Føroyum. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672