Landskassaskuldin er 20 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni

Landskassaskuldin er 20 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni
Tað almenna í Føroyum er ikki serliga skuldarbundið sammett við onnur lond í Vesturheiminum
Búskapurin er væl fyri at handfara eitt møguligt tíðarskeið við minni vøkstri og halli í landskassanum, sigur landsstýrið.
 
01.08.2022 - 08:50

Almenna bruttoskuldin hjá Føroyum er tann sama sum hjá Danmark, 40 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni, stendur í ískoytinum til røðuna hjá løgmanni á ólavsøku.

Har stendur, at føroyski búskapurin er væl fyri at handfara eitt møguligt tíðarskeið við minni vøkstri og halli í landskassanum. 

Tað almenna í Føroyum er ikki serliga skuldarbundið sammett við onnur lond í Vesturheiminum. 

Bruttoskuldin hjá landinum er 20 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni. Hjá kommununum er hon 5-10 prosent av BTÚ, hon er 1,5 mia. kr.

 

Seinna hálvár í fjør læt landið tunnilsfelagnum 27,4 mió. kr. í ferðsluveðhaldi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Tunnilsfelagið skyldar 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkuni

Almenna felagið P/f Eystur- og Sandoyartunlar skyldar 2,68 mia. kr., 12 prosent av bruttotjóðarúrtøkini.

Landið hevur latið partafelagnum ferðsluveðhald. 

Í fíggjarlógini fyri 2022 eru 35 mió. kr. í slíkum ferðsluveðhaldi.

Fyri seinna hálvár 2021 læt landið 27,4 mió. kr. í ferðsluveðhaldi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065