Ukraina: Russisk fiskiskip eiga ikki at sleppa í norskar havnir

bannari
Ukraina: Russisk fiskiskip eiga ikki at sleppa í norskar havnir
Fiskiskipini kunnu smugla vørur úr Noregi til Russlands, og tey kunnu njósna fyri Russland, siga ukrainskir myndugleikar
Russisk skip við bryggju í Runavík. Norskir myndugleikar brúka somu sjónarmið sum landsstýrið í Føroyum. Við at útliloka russisk fiskiskip, missir Noreg tamarhald á fiskiskapinum við Norðurnoreg.
 
08.08.2022 - 08:35

Ukraina hevur biðið norsku stjornina um at nokta russiskum fiskiskipum at koma í norskar havnir.

Tað skrivar blaðið Børsen.

Havnarstongsilin, sum kom í apríl, umfatar ikki fiskiskip. Men Ukraina heldur uppá, at við at loyva russiskum fiskiskipum at koma í norskar havnir stuðlar Noreg atgerðunum hjá Russlandi í Ukraina.

 

Kunnu njósna fyri Russland

Fiskiskipini kunnu smugla vørur úr Noregi og til Russlands, og tey kunnu njósna fyri Russland. 

Norska stjórnin brúkar somu sjónarmið sum landsstýrið í Føroyum brúkar.

Við at útliloka russisk fiskiskip, missir Noreg tamarhald á fiskiskapinum við Norðurnoreg, sum ikki longur verður burðardyggur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028