Olju- og bensinprísirnir lækkaðir

Olju- og bensinprísirnir lækkaðir
Gassoljan er lækkað 16 oyru liturin, og bensinið kostar nú 13,25 kr. liturin
Prísurin á bensini og dieseli eru lækkaðir.
 
09.08.2022 - 16:36

Eftir nógvar príshækkingar, síðani kríggið í Ukraina tók seg upp, hava føroysku oljufeløgini síðstu tíðina fleiri ferðir lækkað olju- og bensinprísirnar.

Í morgun kostaði ein litur av bensini hjá Magn 13 krónur og 25, og ein litur av dieselolju 12 krónur og 29.

Tað er ein príslækking upp á ávikavist 20 og 16 oyru síðani í gjár.

Gassoljan er somuleiðis lækkað 16 oyru fyri liturin, so túsund litrar av gassolju frá Magn kosta nú 11.550 krónur.

Effo hevði í morgun enn somu prísir, sum Magn hevði í gjár, men hevur síðani eisini lækkað sínar prísir, so teir eru teir somu sum hjá Magn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Mánadag 13. juli
Poppverturin 7
208460
Sunnudag 12. juli
Tónleikur í 13 øldir (2:10)
210346
Sunnudag 12. juli
Søgan um Johnny Cash 2.partur
210678
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815