ALS 134 mió. kr. í avlopi í fjør

ALS 134 mió. kr. í avlopi í fjør
Eginognin í Arbeiðsloysisgrunninum er nú meira enn eina milliard kr.
Við eginognini, sum nú er meira enn ein milliard, megnar ALS at standa ímóti einum arbeiðsloysi, sum er átta prosent, í fimm ella seks ár, sigur ALS.
 
11.08.2022 - 08:14

Ársúrslitið hjá ALS í fjør var tað næstbesta í søguni hjá ALS, tað var 134,1 mió. kr. í avlopi eftir skatt.

ALS var stovnað í 1992.

Avlopið í 2020 var 25,6 milliónir, men tað árið rindaði ALS 128,5 mió kr. í lønarískoyti, tí korona var.

Eginognin er nú yvir eina milliard. Hon var ein milliard og 82,2 milliónir við árslok 2021.

Eginognin vaks 134 milliónir krónur í fjør.

Við hesi eginogn megnar ALS at standa ímóti einum arbeiðsloysi, sum er átta prosent, í fimm ella seks ár, sigur ALS.

 

Magni á Deild Olsen er stjóri í ALS. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Inngjøldini 253 mió. kr. og útgjaldið 77 mió.kr.

Í 2020 vóru inngjøldini 253,2 mió. krónur. 

Tey vóru minni í 2021, 208,3 mió. kr., tí 1.januar minkaði inngjaldið úr 1,25 prosentum niður í eitt prosent. 

Annars høvdu inngjøldini verið 260 milliónir í fjør, sigur ALS.

Útgjaldið til arbeiðsleys var 76,9 milliónir í fjør. Tað var 77,5 í 2020. 

Í fjør komu 747 nýggj fólk í ALS. 884 fóru úr skipanini. Nøkur hava verið arbeiðsleys í fleiri umførum. 

Arbeiðsloysið í Føroyum er framvegis tað minsta í Evropa.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444