- Tíðindi, mentan og ítróttur
Nicolina av Kamarinum var sangskrivari av Guðs náði
Vit fara at minnast Nicolinu av Kamarinum fyri hennara stóra íkast til føroyskan tónleik.
Ískoytið hjá Nicolinu kann í roynd og veru ikki yvirmetast, tí í grundini byrjaði alt onkursvegna við Nicolinu og teimum av Kamarinum.
"Nicolina av Kamarinum er ein sangskrivari av Guðs náði." Niclas Johannsen
2. desember í 2011 vóru Bogi Godtfred, journalistur, og Bárður Veihe, myndamaður, fram við í upptøkuhølunum hjá Jákupi Zachariasen, har Nicolina var í holt við at taka eina soloplátu upp.
Nicolina av Kamarinum eigur ein stóran part av ílegunum - DNA'inum - hjá føroyska popptónleikinum, sum vit kenna hann. Hetta serliga, sorgblíða føroyska ljóðið.
Sangir sum "Mær leingist", "Teir sigla um havið so víða", "Tá kvøldið kemur" og "Kvøldarsólkin" eru føroyskir 'evergreens', sum eru ein óloysiligur partur av føroyska sangskattinum og føroysku mentanini.
Nicolina hevur eisini verið ein stór kelda til íblástur hjá nøkrum av okkara fremstu tónleikarum.
Í 2005 góvu Nicolina av Kamarinum og beiggin Eyðbjørn av Kamarinum út fløguna "Dámliga gøtan".
28. oktober 2005 tosaði Bergljót Debes Hentze, journalistur, við tey bæði í sendingini Mentanartíðindi.
Stóra røðin "Minnist tú enn" um føroyskan tónleik, sum Suni Merkistein, programmfólk, og Hans Petur Hansen, myndamaður, gjørdu fyri KVF í 2010, byrjaði sjálvsagt við eyðkendu húsunum á Grím Kambansgøtu í Havn.
"Røddin hjá Nicolinu er sum ein heit dýna." Eivør Pálsdóttir
Suni Merkistein staðfestir sum tað allarfyrsta, at húsini á Grím Kambansgøtu, saman við barndómsheiminum hjá Simma beint omanfyri á Doktara Jakobsensgøtu, er vøggan hjá føroyska popptónleikinum.
Í umrøðuni av Nicolinu av Kamarinum staðfesta nøkur av fremstu føroysku tónlistafólkunum, eitt nú Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir og Niclas Johannesen, at Nicolina av Kamarinum var ein sangskrivari út yvir tað vanliga.
"Nicolina av Kamarinum er ein sangskrivari av Guðs náði," sigur Niclas Johannesen, sangskrivari og tónleikaframleiðari.
"Nicolinusa rødd er ótrúliga vøkur," staðfestir Eivør Pálsdóttir.
"Hon (Nicolina) hevur hesa djúpu og øgiliga róligu røddina, og eg kenni ongan annan, ið hevur hatta har yvir sær, sum Nicolina hevur. Hon hevur eina breiða rødd, og tá hon opnar munnin, so kemur tað sum ein heit dýna. Tað er tað, sum er heilt serligt við henni og hennara rødd, og so tað, at hon aldrin fer yvir gevind við nøkrum sum helst. Hon er kul."
Hvíl í friði, Nicolina, vit skulu nokk minnast teg.