Eivør um Dolly: "Hon hevur verið har sum ein fyrimynd alt mítt lív"

Eivør um Dolly: "Hon hevur verið har sum ein fyrimynd alt mítt lív"
Drotningin á føroyska tónleikapallinum hevur altíð hámett farnu countrydrotningina fyri hennara sangir, vøkru sangrødd, humor og ótrúligu evnir at savna menniskju
Dolly Parton hevur verið ein fyrimynd fyri Eivør Pálsdóttir
Mynd: Samansett  
 
26.08.2026 - 10:40

Hvat hugsaði tú, tá tú frætti, at Dolly Parton var deyð?

»Tað kom sum ein hvøkkur. Tað er altíð undarligt, tá slíkar stórar persónligheitir og hetjur fara. Eg hugsaði um alt tað vakra, hon hevur lagt eftir seg.« 

 

LES EISINI: Dolly Parton er deyð: "Ein av stóru country-sangskrivarunum farin"

 

Hvønn týdning hevur Dolly Parton havt fyri teg á tínari tónlistaleið? 

»Hon hevur verið har sum ein fyrimynd alt mítt lív. Tá eg var smágenta, lurtaði eg nógv eftir Dolly, og eisini í mínum vaksna lívi havi eg beundrað hana fyri so mangt. Hennara sangskattir, hennara óvanliga vøkru og vinaligu sangrødd, sum fer beint inn í hjarta og sál, og eisini hennara humor og ótrúligu evnir at savna menniskju. Hon hevur bygt brýr ímillum ættarliðini. Eg minnist, at eg græt fyrstu ferð, eg hoyrdi "Coat of many colours", og "Jolene" er eftir mínum tykki ein av vakrastu kærleikssangum nakrantíð.«


Eivør fer at minnast Dolly Parton sum eina av bjartastu stjørnum heimsins (mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

»Eg minnist, at eg græt fyrstu ferð, eg hoyrdi "Coat of many colours", og "Jolene" er eftir mínum tykki ein av vakrastu kærleikssangum nakrantíð.«

Eivør

 

Hvat fer tú at minnast Dolly Parton fyri?

»Eg fari at minnast hana sum eina av bjartastu stjørnum heimsins. Ein, ið tordi ganga sín egna veg og visti, hvat hon dugdi væl, og gjørdi tað við hjarta, sál og kærleika. Og ikki minst fari eg at minnast hana fyri allar sangperlurnar, hon gav okkum.«


Dolly Parton í fagrasta blóma (mynd: Ritzau / Scanpix)
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 21. oktober
Skratsj 21. oktobur 2026
215146
Mikudag 21. oktober
Skipsboð
215127
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025