Fíggjarnevndin viðger uppskot um pening frá Novo Nordisk

Fíggjarnevndin viðger uppskot um pening frá Novo Nordisk
Ein Steno diabetismiðstøð skal byggjast upp í Landssjúkrahúsið, og 121 mió. kr. skulu brúkast at fíggja rakstur og íløgur næstu árini
Samstarvið millum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið skal vera um viðgerð, tvørgeiraligt samstarv og gransking í diabetes og endokrinologiskum sjúkum.
 
02.09.2022 - 08:26

Fíggjarnevndin hjá løgtinginum fer fyrrapartin mánadagin at viðgera uppskotið hjá landsstýrismanninum í heilsumálum um loyvi at taka ímóti 121 milliónum krónum frá Novo Nordisk grunninum.

Peningurin skal brúkast í árunum 2023 til og við 2032 til at fíggja rakstur og íløgur í samstarvinum millum Novo Nordisk grunnin og Heilsumálaráðið.

Samstarvið skal vera um viðgerð, tvørgeiraligt samstarv og gransking í diabetes og endokrinologiskum sjúkum.

Ein Steno diabetismiðstøð skal byggjast upp í Landssjúkrahúsið. 

Fyrsta viðgerð var um málið 4.august.

Til fíggjarnevndarfundin mánadagin eru Ílegusavnið, Vísindasiðsemisnevndin, Etiska ráðið, landsstýrismaðurin í heilsumálum, Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús innkallað.

Tingfundur er týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Hósdag 10. september
Veðrið
213065
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002