Nýggju landsstýrisfólkini standa seg betur enn tey undanfarnu

Nýggju landsstýrisfólkini standa seg betur enn tey undanfarnu
Veljarin heldur, at landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum klárar seg best, vísir kanning í blaðnum Vikuskifti
Árni Skaale og Sólvit Nolsø avloystu ávikavist Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur í landsstýrinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
02.09.2022 - 15:42

Ein veljarakanning, sum Blaðið Vikuskifti kunnger í morgin, vísir, at nýggju landsstýrisfólkini standa seg betur enn tey, sum røktu sessirnar undan teimum. 

Veljarakanningin er gjørd í sambandi við, at tað nú er eitt ár eftir, til løgtingsval verður í seinasta lagi.

Kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt, vísir millum annað, at tey fýra nýggju landsstýrisfólkini hava staðið seg betur enn tey, sum vóru frammanundan

500 fólk vóru spurd 24. august um, hvussu tey halda, at landsstýrisfólkini hava staðið seg. Tey flestu liggja um miðal, sum er trý stig. 

 

Magnus Rasmussen avloysti Helga Abrahamsen av í umhvørvis- og vinnumálaráðnum, og hann stendur seg best, halda tey spurdu í kanningini. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Veljarin heldur, at tað er landsstýrismaðurin í umhvørvis- og vinnumálum, sum klárar seg best. 

Meðan Helgi Abrahamsen í kanningini 30. mars 2021 fekk 2,52 stig, fær nýggi maðurin í sessinum, Magnus Rasmussen 3,31 stig.

Hini trý nýggju landsstýrisfólkini vera eisini mett at klára seg betur enn tey undanfarnu.

Øll veljarakanningin verður tøk í Blaðnum Vikuskifti, sum kemur út klokkan sjey í morginári á forsíðuni á Portal.fo.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Fríggjadag 19. juni
Vikuskiftið 19 juni 2026
209945
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 19. juni
Veðrið
209937
Fríggjadag 19. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209901
Hósdag 18. juni
Veðrið
209894
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804