Læknarnir eru ørkymlaðir um heilsuna hjá Elizabeth drotning

Læknarnir eru ørkymlaðir um heilsuna hjá Elizabeth drotning
Heilsan hjá 96 ára gomlu Elizabeth drotning í Bretlandi er av álvara farin at bila
Elizabeth drotning tók ímóti Liz Truss í Balmoral slottinum í Aberdeen týsdagin
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
08.09.2022 - 14:30

Týsdagin tilnevndi Elizabeth drotning Liz Truss til nýggjan forsætisráðharra í Bretlandi. 

Hetta hendi á Balmoral slottinum í Aberdeen. 

Men í dag boðar bretska kongshúsið frá, at Elizabeth drotning at læknarnir hjá drotningini eru ørkymlaðir um hennara heilsustøðu. 

 

 

Altjóða miðlar tulka fráboðanina sum, at støðan hjá 96 ára gomlu drotningini er álvarslig, tí annars hevði kongshúsið ikki sent boðini út alment. 

Sambært BBC og CNN, er familjan hjá Elizabeth drotning í Balmoral slottinum í Aberdeen. 

Sum skilst, eru Harry prinsur og Meghan eisini ávegis til Bretlands úr USA, har tey búgva, fyri at vera hjá drotningini. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Mánadag 29. desember
Mono - seinasta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 30. desember
Veðrið
202081
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866