Elias og Hákun í uppskoti til heimsins bestu á sínum plássum

Elias og Hákun í uppskoti til heimsins bestu á sínum plássum
Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum eru í uppskoti til heimsins bestu á sínum plássi í atkvøðugreiðslu hjá miðlinum handballplanet
Elias Ellefsen á Skipagøtu er í uppskoti til heiðurin sum besti spælskiparin, meðan Mathias Gidsel skal verja heitið sum heimsins besti
Mynd: THW Kiel  
 
30.12.2025 - 15:55

Føroysku hondbóltsspælararnir Elias Ellefsen á Skipagøtu og Hákun West av Teigum eru í uppskoti til heiðurin sum heimsins bestu á sínum plássi í atkvøðugreiðslu, sum miðilin Handball-planet.com skipar fyri fyri 15. ferð.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er skotin upp saman við týska Juri Knorr úr Aalborg, fraklendinginum Aymeric Minne úr Nantes og íslendska Gisla Kristjansson úr Magdeburg til plássið sum spælskipari, meðan Hákun West av Teigum kappast við slovenska Blaz Janc úr Barcelona, spaniólan Aleix Gomes úr Barcelona og kroatiska Mario Sostaric úr Pick Szeged um plássið á høgra veingi. 

 


Hákun West av Teigum er í uppskoti til besta høgra vong í 2025 í atkvøðugreiðslu, sum handballplanet skipar fyri 15 árið upp í slag (Mynd: Fuchse Berlin)

 

Hákun West av Teigum avloysti donsku legenduna Hans Lindberg sum fastur maður á høgra veingi hjá Füchse Berlin, sum vann Bundesliguna farna kappingarár og fekk silvur í Champions League. Føroyingurin hevur spælt á jøvnum høgum stigi alt árið.

Árið hjá Kiel, har Elias Ellefsen á Skipagøtu spælir, hevur ikki verið eins gott, men tað eydnaðist at vinna týsku steypakappingina farna kappingarár. Føroyingurin hevur serliga víst seg fram hetta kappingarárið og var valdur á heystliðið í Bundesliguni eftir fleiri framúrskarandi avrik síðstu mánaðirnar.

Tað er ein nevnd við 11 hondbóltsmiðlafólkum úr ymsum londum, sum hevur gjørt innstillingarnar. Norðurlendsku umboðini í nevndini eru Jonas Risager Nyhøj frá danska TV2 og Johan Flinck hjá Aftonbladet í Svøríki. Saman við atkvøðum frá hondbóltfjepparum verða stigini frá nevndini avgerandi fyri, hvør verður á ársins liði, og hvør verður heimsins besti hondbóltsspælari. Liðfelagin hjá Hákuni West av Teigum, danin Mathias Gidsel, hevur fingið heiðurin sum heimsins besti hjá Handballplanet seinastu tvey árini.

Til ber at vera við í atkvøðugreiðsluni til 14. januar.

 

Í uppskoti

Vinstri vongur

Emil Jakobsen, Danmark (SG Flensburg Handewitt)
Ian Barrufet, Spania (FC Barcelona)
Dylan Nahi, Frakland (Industria Kielce)
Lucas Mertens, Týskland (SC Magdeburg)

Vinstri bakkur
Lasse Andersson. Danmark (Fuchse Berlin)
Simon Pytlick, Danmark (SG Flensburg Handewitt)
Felix Claar, Svøríki (SC Magdeburg)
Martim Costa, Portugal (Sporting CP)

Spælskipari
Juri Knorr, Týskland (Rhein Neckar Lowen)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, Føroyar (THW Kiel)
Aymeric Minne, Frakland (HBC Nantes)
Gisli Kristjansson, Ísland (SC Magdeburg)

Høgri bakkur
Dika Mem, Frakland (FC Barcelona)
Omar Ingi Magnusson, Ísland (SC Magdeburg)
Francisco Costa, Portugal (Sporting CP)
Mathias Gidsel, Danmark (Fuchse Berlin)

Høgri vongur
Blaz Janc, Slovenia (FC Barcelona)
Aleix Gomes, Spania (FC Barcelona)
Mario Sostaric, Kroatia (Pick Szeged)
Hakun West av Teigum, Føroyar (Fuchse Berlin)

Strikuspælari
Ludovic Fabregas, Frakland (Veszprem)
Kamil Syprzak, Pólland (PSG)
Victor Iturriza, Portugal (FC Porto)
Magnus Saugstrup, Danmark (SC Magdeburg)

Málverjar
Emil Nielsen, Danmark (FC Barcelona)
Andreas Wolff, Týskland (THW Kiel)
Dejan Milosavljev, Serbia (Fuchse Berlin)
Sergey Hernandez, Týskland (SC Magdeburg)

Verjuserfrøðingur
Magnus Saugstrup, Danmark (SC Magdeburg)
Thiagus Petrus, Brasil (FC Barcelona )
Karl Konan, Frakland (PSG)
Oscar Bergendahl, Svøríki (SC Magdeburg)

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 31. desember
Nýggjár á Quiztinum 2025
202062
Mikudag 31. desember
PLÁTUPANELIÐ #035 (Árið, ið fer 2025)
202112
Mikudag 31. desember
Morgunlestur mikudagur 31.desember 2025
201927
Týsdag 30. desember
Eitt korter við kórtónleiki
202067
Týsdag 30. desember
Morgunlestur týsdagur 30.desember 2025
201926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 31. desember
Foytar Greydir nýggjár
201854
Mikudag 31. desember
Nýggjársrøða løgmans 2025
202128
Mikudag 31. desember
Nýggjársgudstænasta 2025
201865
Mikudag 31. desember
Christian Matras (2:2) - teknmálstulkað
202105