Skeyt alt fyri eitt hassjdóm inn fyri Landsrættin

Skeyt alt fyri eitt hassjdóm inn fyri Landsrættin
Føroya rættur dømdi í gjár try fólk fyri at royna at smugla góð níggju kilo av hassji til Føroya í summar
Føroya rættur dømdi í gjár trý fólk treytaleysa fongsulsrevsing fyri at royna at smugla hassj til Føroya.
 
08.09.2022 - 11:26

20 ára gamla kvinnan, sum í gjár fekk eitt ár og tríggjar mánaðir í fongsul, sendi alt fyri eitt dómin í Landsrættin.

Dómurin, sum hon fekk í Føroya rætti, er treytaleysur.

Tveir menn, annar 19 ár og hin 26 ár, fingu ávikavist hálvtannað ár og tvey ár. 

Báðir dómar eru treytaleysir.

Teir bóðu um tíð at umhugsa, um teir skulu skjóta dómarnar inn fyri Eystara landsrætt. Teir hava 14 dagar at hugsa um tað.

Tey trý eru dømd fyri at royna at smugla 9,3 kilo av hassji við Norrønu til Føroya í juni.

 

Játtaði seg sekan

19 ára gamli maðurin, sum kom við hassjinum úr Danmark, játtaði seg sekan.

Menninir hava verið í varðhaldi síðani 13.juni. Í gjár læt Føroya rættur tann 19 ára gamla mannin leysan. 

Men hann er tó enn í varðhaldinum, tí ákæruvaldið skeyt tann úrskurðin inn fyri Landsrættin.

Hin maðurin verður verandi í varðhaldinum, til hann skal sita dómin. 

Ingi Midjord, ákæri, sigur, at ákæruvaldið er nøgt við dómarnar, tí teir vóru sambært tí, sum ákæruvaldið kravdi.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Fríggjadag 23. oktober
2. partur
215278
Fríggjadag 23. oktober
Beinleiðis úr Studio 5 - Søren Manscher
215266
Fríggjadag 23. oktober
Breddin: Grøna orkuskiftið er steðgað upp
215263
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. oktober
Veðrið
215286
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101