Niels Juel Arge nýggjur strandferðslustjóri

Niels Juel Arge nýggjur strandferðslustjóri
Hann tekur eftir ætlan við starvinum 1. november
Niels Juel Arge er nýggjur stjóri á Strandferðsluni.
 
28.09.2022 - 12:53

Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur sett Niels Juel Arge í starv sum stjóra á Strandferðsluni. 

Niels Juel hevur verið fíggjarleiðari á Strandferðsluni í tveimum umførum umframt fyribils stjóri í 2007. 

Niels Juel Arge er í løtuni fíggjarleiðari hjá Tórshavnar kommunu. Hann er útbúgvin cand.merc.aud. Harumframt hevur hann ískoytisútbúgving frá journalistháskúlanum í Aarhus. 

Niels Juel Arge er 56 ára gamal.

Eftir ætlan byrjar hann í starvinum 1. november.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Týsdag 14. juli
Ung lesa 3.partur - Kjarr
210829
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815