Søkja eftir málsviðgerum í staðin fyri sosialráðgevum

Søkja eftir málsviðgerum í staðin fyri sosialráðgevum
Sosialráðgevarafelagið ger vart við støðuna, men eingin sosialráðgevi søkir, sigur leiðarin fyri barnaverndartænastuna í Veks-samstarvinum
Hallbjørg Lamhauge er forkvinna í Sosialráðgevarafelag Føroya.
 
13.07.2026 - 13:46

Barnaverndartænastur í Eysturoynni og í Norðstreymi hava í fleiri førum søkt eftir málsviðgerum í staðin fyri útbúnum sosialráðgevum til sosialráðgevarastørv. 

Hesum finst Sosialráðgevarafelag Føroya at, tí tað kann hava stórar avleiðingar fyri fakligheitina, og í síðsta enda kann tað ganga út yvir børnini, sum málsviðgerðin snýr seg um, sigur Hallbjørg Lamhauge, forkvinna í Sosialráðgevarafelagnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

13072026_Hallbjorg

 


 At eingin sosialráðgevi søkir, er ein trupulleiki fyri smáu barnaverndartænasturnar. (Savnsmynd)

 

Sosialráðgevar søkja ikki

Tað er neyðugt at søkja eftir øðrum fólki enn sosialráðgevarum til barnaverndartænasturnar, um tær skulu virka. 

Tað sigur leiðarin fyri barnaverndartænastuna í Veks-samstarvinum, Karin Joensen.

Orsøkin er, at eingin sosialráðgevi søkir størvini, og tað er ein trupulleiki fyri smáu barnaverndartænasturnar. Karin Joensen heldur, at tað hevði verið verri ongan at sett, tí trýstið á hini starvsfólkini á deildini verður ovurstórt,. Og fakligheitini stúrir hon ikki fyri, hóast hon hevði viljað havt fleiri sosialráðgevar.

Hon mælir til at endurhugsa barnaverndarøkið.

Barnaverndartænastan hjá kommunala samstarvinum Veks fevnir um Vestmanna-, Eiðis-, Kvívíkar- og Sunda kommunu.

Hoyr samrøðu við Karina Joensen í útvarpstíðindunum:

 

13072026_Karin_Joensen


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595