USA hevur goldið tíggjutals millardir dollarar aftur í tolli

USA hevur goldið tíggjutals millardir dollarar aftur í tolli
Hægstirættur avgjørdi í februar, at ein stórur partur av eykatollinum, sum Trump hevði kravt, var ólógligur
Tollur hevur verið ein týðandi partur í búskaparætlanunum hjá Donald Trump, forseta, í seinna forsetaskeiðnum, sum byrjaði í fjør.
Mynd: Shutterstock.com  
 
14.07.2026 - 11:14

Amerikanska stjórnin hevur longu rindað tíggjutals milliardir dollarar aftur, sum stjórnin tók inn í tolli, áðrenn amerikanski hægstirættur avgjørdi, at tollurin var ólógligur.

Tað sæst í amerikonskum fíggjartølum, sum vóru almannakunngjørd í gjár. 

Tollur hevur verið ein týðandi partur í búskaparætlanunum hjá Donald Trump, forseta, í seinna forsetaskeiðnum, sum byrjaði í fjør. 

Hægstirættur avgjørdi í februar, at ein stórur partur av eykatollinum, sum Trump hevði kravt, var ólógligur. Avgerðin hevur noytt stjórnina at rinda tollin aftur til fyritøkurnar, sum hava goldið hann.

Í tølunum sæst, at USA hevur goldið 81 milliardir dollarar aftur í ólógligum tolli hetta fíggjarárið, sum byrjaði í oktobur 2025. Í fjør rindaði stjórnin fimm milliardir aftur. 

Ein talsmaður fyri amerikanska fíggjarmálaráðið sigur við The Guardian, at nærum øll økingin í afturgjaldingum stavar frá avgerðini hjá hægstarætti.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558