Kommunan í Sjóvinnuhúsið og Setrið á Frælsið

Kommunan í Sjóvinnuhúsið og Setrið á Frælsið
Tórshavnar kommuna og Mentamálaráðið gera nú makaskiftið um studentaskúlabygningin í Hoydølum og Venjingarskúlan á Frælsinum
Tórshavnar kommuna ætlar at flyta alla fyrisitingina í Sjóvinnuhúsið.
 
30.09.2022 - 08:27

Tórshavnar býráð samtykti einmælt í gjár avtaluna við Mentamálaráðið um at selja landinum tey 40 prosentini, sum Tórshavnar kommuna eigur í Venjingarskúlanum, og, at kommunan keypir gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum.

Samstundis gerst kommunan leys av einum gávulyfti, sum Tórshavnar býráð í 1990 gav Fróðskaparsetrinum um at lata lendi, 50.000 fermetrar, til Fróðskaparsetur í Marknagili

Avtalan ruddar slóð fyri, at landið nú kann flyta Fróðskaparsetrið á Frælsið, gera kampus har.

 

Tórshavnar kommuna keypir gamla studentaskúlabygningin í Hoydølum.

 

Øll fyrisitingin í Sjóvinnuhúsið

Mentamálaráðið skal rinda Tórshavnar kommunu slakar tvær milliónir krónur, sum er munurin millum virðið á ognunum á Frælsinum og í Hoydølum.

Og Fróðskaparsetrið fær 4,2 mió. kr. í endurgjaldi fyri at flyta úr Sjóvinnuhúsinum á Frælsið í seinasta lagi við árslok 2024, nú Fróðskaparsetrið skal út haðani í ótíð.

Hetta er fyri íløgur, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt í Sjóvinnuhúsinum.

Tórshavnar kommuna ætlar at flyta alla sína fyrisiting í Sjóvinnuhúsið.

 

Tórshavnar kommuna selur landinum tey 40 prosentini, sum kommunan eigur í Venjingarskúlanum. 
 

Verdur 80 mió. kr.

Tann parturin av Venjingarskúlanum, sum landið og Tórshavnar kommuna eiga saman, er verdur slakar 80 mió. kr.

Tað hevur ein meklari mett í summar.

Tórshavnar kommuna eigur 40 prosent, so hennara partur er slakar 32 mió. kr. Haraftrat eigur kommunan eina lon á Frælsinum, sum er mett til 13 mió. kr.

Studentaskúlabygningurin í Hoydølum er sambært metingini 32,5 mió. kr. verdur. Lonirnar í Hoydølum eru virðismettar til 4,5 mió. kr. 

Har eru í dag dagstovnur og serskúlatilboð hjá Tórshavnar kommunu.

Lonirnar hava tíðaravmarkað loyvi frá Yvirfriðingarnevndini at standa á lendinum í Hoydølum til ársskiftið 2023/24.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 20. mars
Vikuskiftið 20 mars 2026
205970
Fríggjadag 20. mars
LEITISSTEIN 20.03.2026
205964
Fríggjadag 20. mars
Fyrsta val 20. marts 2026
205948
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin
205939
Fríggjadag 20. mars
Beinleiðis úr Studio 5 - Blues Perlan
205936
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. mars
KAKUMiKS 2 (1:7)
205963
Fríggjadag 20. mars
Javnaðarflokkurin í heita stólinum (7:7)
205949
Fríggjadag 20. mars
Andgletturin - Sjálvstýri
205951
Fríggjadag 20. mars
Dagur & vika - teknmálstulkað
205918