Nýggjur stjóri í Effo

Nýggjur stjóri í Effo
Gunnar Nielsen tekur við starvinum 1. januar
Gunnar Nielsen er nýggjur stjóri í Effo.
 
30.09.2022 - 09:27

Gunnar Nielsen er settur sum nýggjur stjóri í orkufelagnum Effo.

Hann kemur úr starvi sum fíggjarstjóri í norsku alifyritøkuni Salmar. 

Frammanundan hevur Gunnar Nielsen verið fíggjarstjóri í Bakkafrost, og hann hevur eisini leiðslu- og starvsroyndir í øðrum stórum føroyskum fyritøkum.

Gunnar Nielsen, sum er 45 ára gamal, er útbúgvin cand.merc.aud á Copenhagen Business School.

Hann tekur við starvinum 1. januar 2023.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815