Tannheilsan hjá børnum er batnað

Tannheilsan hjá børnum er batnað
Í 1991 høvdu 29 prosent av teimum fimm ára gomlu frískar barnatenn, men í fjør var talið komið upp í 77 prosent
Skrásetingarnevndin hjá Tannlæknafelagnum mælir til, at tannlæknar fara at skráseta tannsjúkur og tannstøður. (Savnsmynd)
 
30.09.2022 - 08:43

Barnatenninar í Føroyum gerast støðugt betri.

Skrásetingarnevndin hjá Tannlæknafelagnum hevur gjørt eina frágreiðing um tannheilsuna hjá børnum árini 1991 til 2021.

Í 1991 høvdu 29 prosent av teimum fimm ára gomlu frískar barnatenn. Í 2021 var talið komið upp í 77 prosent.

Hjá teimum sjey ára gomlu høvdu bara níggju prosent frískar barnatenn í 1991. Tað talið var komið upp í 64 prosent í 2021.

62 prosent høvdu frískar vaksnamannatenn í 1991 og 95 prosent í 2021.  

Um tey 12 ára gomlu sigur kanningin, at 12 prosent høvdu friskar tenn í 1991 og 71 prosent í 2021. Samanbering er gjørd við støðuna í Danmark. Har var talið 82 prosent í 2021. 

 

Støðan verri hjá teimum 15 ára gomlu

Støðan hjá teimum 15 ára gomlu var ikki so góð, bara fýra prosent í 1991 og 50 prosent í 2021. Har var talið 68 prosent í Danmark.

Skrásetingarnevndin mælir til, at tannlæknar fara at skráseta tannsjúkur og tannstøður. 

Millum annað eru sýruskaðar av sodavatni og orkudrykkjum vorðnir fleiri.

Tannlæknar siga eisini, at snús ger fleiri skaðar á tannkjøt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 15. oktober
Breddin: Fólkaskúlin og tøkni
214809
Mikudag 14. oktober
Dansival 14. oktober 2026
214783
Mikudag 14. oktober
Vágskálin: Bersøgin og viljasterk kvinna
213902
Mikudag 14. oktober
Mono - 2. sending - 141026
214779
Mikudag 14. oktober
1. partur: Áðrenn og aftaná
214704
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214755
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615