Løgreglan: Einki bendir á nakað revsivert

Løgreglan: Einki bendir á nakað revsivert
Hóast leitingin eftir kvinnuni, sum hvarv fríggjadagin, er hildin uppat, kannar løgreglan framvegis málið
Leitingin eftir kvinnuni, sum hvarv fríggjadagin, er hildin uppat, men løgreglan vónar at fáa greiði á tí, sum fór fram.
 
12.10.2022 - 14:40

Eingin orsøk er at halda, at nakað revsivert fór fram, tá ein kvinna úr Kina hvarv, tá hon saman við manninum, var gonguferð við Trælanípuna fríggjadagin

Í øllum førum eru eingi tekin um tað, sigur Heri Andreasen, leiðari á kanningardeildini hjá løgregluni.

Kvinnan varð gift við einum manni úr Hollandi, og tey búðu í Týsklandi. Maðurin er føddur í 1969, og kvinnan var fødd í 1986. Tey høvdu livað saman í mong ár.

 

Samskifta við familjuna í Kina

Leitingin á sjógvi og landi er hildin uppat, men kortini kannar løgreglan framvegis málið, í vón um at fáa greiði á tí sum fór fram. M.a. er samskifti við familjuna hjá kvinnuni í Kina.

Maðurin er avhoyrdur, og fólk, sum hann hevur víst á sum møgulig vitni, eru eisini avhoyrd.

Maðurin er framvegis í Føroyum, og hann hjálpir til við at fáa greiði á málinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 13. september
Gudstænasta í Dals kirkju
213163
Sunnudag 13. september
Bolero
213160
Sunnudag 13. september
Credo: Filosofiskur (1)
213158
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065