Privat skjalasøvn skulu eisini fáa pening úr landskassanum

Privat skjalasøvn skulu eisini fáa pening úr landskassanum
Royndarverkætlan um skjalasavn við tilknýttari gransking hevur verið á Tvøroyri síðani 2017
Í ár eru slakar tvær milliónir í fíggjarlógini. Játtanin er ætlað skjalasavninum á Tvøroyri.
Mynd: Tvøroyrar kommuna.  
 
13.10.2022 - 08:40

Privat skjalasøvn eiga eisini at fáa pengar úr landskassanum.

Lógaruppskot er gjørt um tað og sent til hoyringar.

Ætlanin er, at skjalasøvn, sum varðveita søvn og savnseindir av privatum uppruna, men ikki eru skipað sambært lógini um bygdasøvn við mentanarsøguligum týdningi, kunnu fáa stuðul til stovnsetan og rakstur.

Síðan desember 2017 hevur ein royndarverkætlan um skjalasavn við tilknýttari gransking verið á Tvøroyri við tí endamáli at skipa og reka eitt skjalasavn, sum skal varðveita søvn og savnseindir av privatum uppruna. 

 

Tvær milliónir

Tvøroyrar skjalasavn er í fíggjarlógini.

Nú er ætlanin at fáa lógarásett, at slík søvn kunnu fáa pengar úr landskassanum.

Í ár eru slakar tvær milliónir í fíggjarlógini. Játtanin er ætlað skjalasavninum á Tvøroyri. 

Verða fleiri skjalasøvn góðkend at fáa stuðul, verður neyðugt antin at býta játtanina, slakar tvær milliónir, millum skjalasøvnini, ella hækka játtanina.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439