Valfundur í Miðnámsskúlanum í Suðuroy klokkan 10

bannari
Valfundur í Miðnámsskúlanum í Suðuroy klokkan 10
Miðnámsskúlin í Hovi er karmur um annan fólkatingsvalfundin, ið KVF skipar fyri, klokkan 10. Valfundurin verður sendur í útvarpi, sjónvarpi, umframt at hann verður stroymdur
Skúladepilin í Hovi er karmur um valfundin, sum verður sendur beinleiðis fyrrapartin
 
18.10.2022 - 07:17

Kringvarp Føroya er í Suðuroy fyrrapartin og sendir valfund beinleiðis. 

Miðnámsskúlin í Suðuroy, sum liggur í Hovi, er karmur um valfundin, sum byrjar nú klokkan 10. 

Allir flokkarnir, ið stilla upp til fólkatingsvalið, eru umboðaðir á valfundinum.

Flokkarnir, sum stilla upp til fólkatingsvalið, eru Fólkaflokkurin (A), Sambandsflokkurin (B), Javnaðarflokkurin (C), Tjóðveldi (E), Framsókn (F) og Miðflokkurin (H). 

Umboðini fyri flokkarnar á valfundinum í Hovi fyrrapartin eru:

Jacob Vestergaard (A), Fólkaflokkurin
Elsebeth Mercedis Gunnleysdóttir (A), Fólkaflokkurin
Erhard Joensen (B), Sambandsflokkurin
Edva Jacobsen (B), Sambandsflokkurin
Henrik Old (C), Javnaðarflokkurin
Bjarni Hammer (C), Javnaðarflokkurin
Høgni Hoydal (E), Tjóðveldi
Sirið Stenberg (E), Tjóðveldi
Ruth Vang (F), Framsókn
Bjarni Kárason Petersen (F), Framsókn
Steffan Klein Poulsen (H), Miðflokkurin. 

Vertir eru Krista Johnsdóttir Kreutzman og Kári Mikkelsen. 

Valfundurin í Hovi byrjar klokkan 10 og verður sendur beinleiðis í útvarpinum og sjónvarpinum, umframt at hann eisini verður stroymdur her á heimasíðuni hjá Kringvarpi Føroya. 

 

>>STROYMINGIN AV VALFUNDINUM Í SUÐUROY KANN SÍGGJAST HER

 

Skráin fyri valdekningin í Kringvarpi Føroya:

  • Týsdag 18. oktober: Valfundur, Miðnám í Suðuroy
  • Mikudag 19. oktober: Fólkaflokkurin í Andglettinum
  • Hósdag 20. oktober: Valfundur, Miðnám á Kambsdali
  • Fríggjadag 21. oktober: Tjóðveldi í Andglettinum
     
  • Mánadag 24. oktober: Valfundur, Miðnám í Vestmanna
  • Týsdag 25. oktober: Miðflokkurin í Andglettinum
  • Mikudag 26. oktober: Valfundur, Tekniski Skúli í Klaksvík
  • Hósdag 27. oktober: Sambandsflokkurin í Andglettinum
  • Fríggjadag 28. oktober: Valfundur, Glasir í Havn
     
  • Sunnudagur 30. oktober: Stórur Valfundur í Løkshøll í Runavík.
     
  • Mánadagur 31. oktober: Fólkatingsval í Føroyum
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
Norðurljóð 26.oktober 2026
214433
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329