Rishi Sunak verður nýggjur forsætisráðharri

Rishi Sunak verður nýggjur forsætisráðharri
Mótvalevnið til formansvalið í Konservativa flokkinum, Penny Mourdant, tók seg aftur
Rishi Sunak er nýggjur formaður í Konservativa flokkinum og sostatt nýggjur forsætisráðharri
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
24.10.2022 - 14:10

42 ára gamli Rishi Sunak verður nýggjur forsætisráðharri í Bretlandi.

Tað er greitt, eftir at Penny Mourdant, sum eisini stillaði upp til formansvalið í Konservativa flokkinum, tók seg aftur.

Penny Mourdant sigur, at Sunak fær fullan stuðul frá sær.

Rishi Sunak tryggjaði sær undirtøku frá 100 parlamentslimum.

Mourdant fekk bara undirtøku frá 25 parlamentslimum, hóast hon er forkvinna í tingbólkinum hjá Konservativa flokkinum í Undirhúsinum. 

Rishi Sunak er fyrsti forsætisráðhari í Bretlandi, sum hevur røtur úr landsynningsasia.

Hann fer seinnapartin at halda røðu fyri floksfeløgum sínum í parlamentinum. 

 

Penny Mourdant tók seg aftur sum valevni til formansvalið í Konservativa flokkinum. (Mynd: Ritzau Scanpix)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871