Øll ullin verður seld í Føroyum

Øll ullin verður seld í Føroyum
Burðardygd er nógv frammi í løtuni, og tað ger sítt til, at ullin verður seld í Føroyum
Búnaðarstovan fekk 36 tons av ull í ár, 26 tons eru fyrsti flokkur. (Savnsmynd)
 
25.10.2022 - 13:52

Neyðugt verður ikki hjá Búnaðarstovuni at selja ullina av landinum í ár. Í fjør varð hon seld til Onglands.

- Vit hava í ár fingið boð upp á alla ullina úr Føroyum, sigur Dorthea Joensen, ið stendur fyri ullarmóttøkuni.

Ein av orsøkunum til, at tað er eydnast at fáa føroyskar keyparar til ullina, er burðardygd, sum er nógv frammi í løtuni.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

25102022_Ull_til_net

 

Hetta er sætta árið, at Búnaðarstovan tekur ímóti ull, og í ár fekk hon 34 tons.

26 tons er fyrsti flokkur, fýra tons er annar flokkur, og fýra tons vórðu koyrd burtur.

Samlaða nøgdin í ár er størri enn undanfarin ár, tá ið talið hevur verið millum 24 og 29 tons.

Freistin at lata Búnaðarstovuni boð upp á ullina var 20. oktober, og keypararnir fáa boð seinni í vikuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558