500 færri nýggj akfør í ár

500 færri nýggj akfør í ár
Talið av brúktum innfluttum akførum er eisini minkað
506 færri nýggj akfør eru innflutt fyrstu 10 mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør.
 
01.11.2022 - 11:16

Í oktober vórðu 134 nýggj akfør skrásett í Føroyum. Tað er munandi færri enn í oktober í fjør, tá ið 219 akfør vórðu skrásett.

Teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár eru tilsamans 1949 nýggj akfør skrásett í Føroyum, upplýsir Akstovan.

Tað eru 506 færri samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tá vóru 2.455 nýggj akfør skrásett fyrstu 10 mánaðirnar í árinum. Afturgongdin er 21 prosent.

Talið av brúktum innfluttum akførum er eisini minkað.

Fyrstu 10 mánaðirnar eru 230 brúkt akfør innflutt, men í fjør var talið 311. Afturgongdin er 26 prosent.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
Vikuskiftið 10. juli 2026
210790
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 10. juli
Veðrið
210792
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525