Rúsan læt dyrnar upp fyri 30 árum síðani

Rúsan læt dyrnar upp fyri 30 árum síðani
2. november í 1992 lótu fyrstu sølubúðirnar hjá Rúsdrekkasølu Landsins dyrnar upp og kollveltu mátan, ið føroyingar drekka uppá
Bíðirøðin var long, tá Rúsan læt dyrnar upp fyri fyrstu ferð 2. november 1992, altso fyri 30 árum síðani
 
02.11.2022 - 17:41

Nýggja rúsdrekkalógin um innflutning og sølu av rúsdrekka varð samtykt 10. mars í 1992.

Stóra broytingin var, at Rúsdrekkasøla Landsins, sum millum manna verður kallað Rúsan, varð sett á stovn, og at nýggi stovnurin skuldi hava einkarrætt at flyta inn og selja rúsdrekka í Føroyum.

2. november í 1992 var so stóri dagurin, tá ið dyrnar á fyrstu sølubúðunum fóru upp á víðan vegg. 

Ein onnur týðandi broyting var, at hotell og matstovur fingu loyvi til at skeinkja rúsdrekka eftir eini serligari loyvisskipan, og at aldursmarkið at keypa rúsdrekka var sett niður úr 20 í 18 ár.

Í sambandi við 25 ára dagin hjá Rúsuni gjørdi Bogi Godtfred hetta innslagið til Dag og viku, har róð var aftur á søguna hjá Rúsuni. 

20171102_FIMM_OG_TJUGU_AR_VID_RUSUNI

 

Fyrstu sølubúðirnar vóru handilin við Hoyvíksvegin 51 í Havn og handilin í Bøgøtu 38 í Klaksvík.

Í 1993 lótu sølubúðirnar á Drelnesi í Suðuroy, á Mølini í Skálavík, í Heiðunum í Miðvági og í Saltangará upp.

20. mai í 2015 læt Rúsdrekkasøla Landsins upp sjeynda handilin í bygninginum hjá Stanley við Norðskála - 22 ár eftir at fyrstu seks sølubúðirnar lótu upp.

18. mai í 2017 læt Rúsdrekkasølan upp áttanda handilin í Vestmanna. 

 

Stjórar gjøgnum hesi 30 árini: 

Dagmar S. Joensen (1992 - 2005)
Elsa Maria Holm Olsen (2005 - 2011)
Allan Skaalum (2011 - 2012 fyribilsstjóri)
Rógvi Andrias Fossádal (2012- )

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542