Jenis av Rana: Bólturin liggur nú hjá løgmanni

Jenis av Rana: Bólturin liggur nú hjá løgmanni
Nú løgmaður hevur koyrt Jenis av Rana, landsstýrismann, úr starvi, hevur floksstjórnin tikið avgerð um, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni
Miðflokkurin á Gamla apoteki
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
08.11.2022 - 18:25

Fyri løtu síðani fingu fjølmiðlarnir hesa fráboðan frá Miðflokkinum:

Orsakað av, at løgmaður hevur loyst formann Miðfloksins úr starvi sum landsstýrismann í uttanríkis- og mentamálum, hevur flokstjórnin tikið avgerð um, at Miðflokkurin tekur seg úr samgonguni.

Tað var ein samdur flokkur, sum tók avgerðina um, at Miðflokkurin ikki longur skal vera ein partur av samgonguni, sigur Jenis av Rana floksformaður, sum í dag er sagdur úr starvi sum landsstýrismaður í Uttanríkis- og mentamálum.

- Nú liggur bólturin hjá løgmanni, sigur Jenis av Rana.

Hoyr samrøðuna í útvarpstíðindunum.

1560992

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. apríl
Credo :C.S.Lewis 3:3
207519
Leygardag 25. apríl
Jambalaja - 250426
207562
Leygardag 25. apríl
Vikugesturin: Hví ikki eg?
207557
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533