Byggiloyvið til hotellíbúðir á Bryggjubakka skal broytast

Byggiloyvið til hotellíbúðir á Bryggjubakka skal broytast
Kærustovnurin hevur viðgjørt eina kæru um byggiloyvið
Kærustovnurin hevur avgjørt at broyta avgerðina um byggiloyvið hjá Tórshavnar kommunu. (Savnsmynd)
 
09.11.2022 - 12:20

Byggiloyvið, sum Tórshavnar kommuna gav smápartafelagnum Bryggjubakka í juli í fjør til at byggja 12 hotellíbúðir á Bryggjubakka, er ikki í lagi og skal broytast.

Tað sigur Kærustovnurin, sum hevur viðgjørt eina kæru um byggiloyvið.

Kærustovnurin sigur, at ætlaða byggingin er ikki í tráð við byggisamtyktirnar, og frávikini, sum kommunan gav, áttu ikki at vera givin, tí talan er um so stórar broytingar.

Millum annað vísa tekningarnar, at byggjast skal 60 fermetrar út um byggiøkið. Og mønurnar venda skeivan veg. Haraftrat eigur ikki at vera loyvt at byggja hotellíbúðir á øllum hæddum uttan niðastu hædd. 

Kærustovnurin hevur avgjørt at broyta avgerðina um byggiloyvið hjá Tórshavnar kommunu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 5. juli
Tónleikur í 13 øldir (1:10)
210355
Sunnudag 5. juli
Søgan um Johnny Cash 1.partur
210479
Leygardag 4. juli
HM-tíðindi 4. juli 2026
210516
Leygardag 4. juli
Radio Stjernekilde - Partur 7
209133
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna: 6mf kvinnur
210522
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf dreingir 17-18
210521