Skjóta fyrsta skotið í Fámjinstunlinum í morgin

Skjóta fyrsta skotið í Fámjinstunlinum í morgin
Samlaði kostnaðurin fyri alla verkætlanina er mettur til 207 mió. kr. 
Nú er klárt at skjóta fyrsta skotið til Fámjinstunnilin. Hátíðarhald verður í morgin.
Mynd: Landsverk  
 
15.11.2022 - 12:49

Í morgin klokkan eitt verður fyrsta skotið latið av í Fámjinstunlinum.

Tað er Egon Rasmussen, elsti borgari í Ørðavík, sum fer at skjóta fyrsta skotið.

Hátíðarløta verður við smiðjuna hjá Landsverki í Ørðavík. 

Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, bjóðar vælkomin og heldur røðu. Síðani fer Egon Rasmussen, elsti borgari í Øravík, at skjóta fyrsta skotið. 

 

1200 metrar

Fámjinstunnilin verður umleið 1200 metrar langur, við tveimum breytum.  Tað er Landsbyggifelagið, ið hevur staðið fyri at prosjektera verkætlanina. 

Samlaði kostnaður fyri alla verkætlanina er mettur at vera 207 mió. kr. 

Avtalan við J&K Petersen er umleið 150 mió. krónur. Seinni í ár er ætlanin at bjóða el-arbeiðið í tunlinum út.

 

Síðsta skotið verður latið av í Hvannasundstunlinum í dag.

 

Hvannasundstunnilin 

Klokkan tvey í dag verður seinasta skotið latið av í nýggja Hvannasundstunlinum.

Sigurd L. Lamhauge, stjóri í Landsverki, bjóðar vælkomið, og Katrin Næs, borgarstjóri í Hvannasunds kommunu, og Marita Sumberg, borgarstjóri á Viðareiði, halda røðu.
 
Jústines Poulsen og Esmar Justinussen, ið eru elstu borgarar í Hvannasundi og Árnafirði, fara at lata síðsta skotið av.  

Hátíðarløtan verður oman fyri Norðtoftir. 

Tunlarnir norður um Fjall verða stongdir millum klokkan 14 og 15, meðan hátíðarhaldið er.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860