Landsrætturin skal viðgera trætu um loðsflutning í Fuglafirði

Landsrætturin skal viðgera trætu um loðsflutning í Fuglafirði
Føroya rættur hevur staðfest avgerðina hjá Kappingarráðnum, men kommunan er síðani farin í landsrættin við málinum
Fuglafjarðar kommuna avgjørdi í 2014, at bara ein fyritøka kundi veita loðtænastu, men hetta var brot á kappingarlógina, segði Kappingarráðið. Málið er endað í landsrættinum.
 
18.11.2022 - 08:17

Gamla trætan millum Fuglafjarðar kommunu og Kappingarráðið verður viðgjørd í Eystara landsrætti í næstu viku.

Talan er um loðsflutning.

Málið byrjaði longu í 2014, tá Fuglafjarðar kommuna gjørdi av, at bara ein fyritøka kundi veita loðstænastu í Fuglafjarðar havn. 

Í 2018 staðfesti Kappingarráðið, at hetta var brot á kappingarlógina, tí kommunan hevði forðað einari aðrari fyritøku at veita loðsflutning.

 

Kommunan kærdi

Fuglafjarðar kommuna kærdi avgerðina til Vinnukærunevndina, sum í januar 2019 staðfesti avgerðina hjá Kappingarráðnum. 

Men kommunan gavst ikki so. Hon fór í Føroya rætt.

Heldur ikki har fekk hon viðhald. 6.mai í fjør staðfesti Føroya rættur avgerðina hjá Kappingarráðnum.

Fuglafjarðar kommuna fór so í Landsrættin, sum skal viðgera málið mikudagin.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 6. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206641
Mánadag 6. apríl
Várkonsert 2026 (2:2)
206038
Sunnudag 5. apríl
Evangeliskur fundur í Ebenezer
206632
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 6. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206638
Sunnudag 5. apríl
Andaktin páskadag við Gimma Olsen
206635
Sunnudag 5. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
206624
Fríggjadag 3. apríl
KAKUMiKS 2 (3:7)
206554